(Go: >> BACK << -|- >> HOME <<)

Jump to content

Dar es Salaam

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Dar es Salaam.

Dar es Salaam er størsti býur og týdningarmesti havabýur í Tansania. Býurin hevur fyrr itið Mzizima. Hann var høvuðsstaður landsins, til Dodoma gjørdist høvuðsstaður í 1973. Tað almenna fólkatalið í Dar es Salaam er knappar 2,4 milliónir, men harafturat eru nógv túsund fólk, sum ikki eru skrásett nakrastaðni. Býurin er handilsmiðdepil í Tansania, og meginparturin av útflutningi landsins verður avskipaður haðan. Tað eru nógv ídnaðarvirki í býnum, og nógv ferðafólk vitjar hagar á hvørjum ári.